Vælg dato herover og derefter klik på det tidspunkt du ønsker at se filmen nedenfor. Find mere information om filmen længere nede på siden.


Torsdag 17. september
Spa Weekend
Spa Weekend

Spa Weekend

SPA WEEKEND er ein ótrúliga stuttlig og hjartanemandi komedia um fýra vinkonur, sum hava kent hvørja aðra alt lívið.

Í einum strævum gerandisdegi við arbeiði, parlagi, familjulívi og øllum teimum dagligu skyldunum, gengur tað upp fyri teimum, at tær heilt hava gloymt at ansa eftir sær sjálvum – og ikki minst hvørjari aðrari.

Útlúgvaðar og í trongd eftir einum steðgi flýggja tær til eitt luksuriøst spa-uppihald, sum skjótt útviklar seg til eina óminniliga vikuskiftisferð fulla av stuttleika, nógvum flennum og einari langari røð av vánaligum avgerðum.